Treytir fyri útleigu
Niðanfyri eru høvuðspunktini. Fullar treytir verða settar inn, tá tær eru váttaðar av LSK.
Avtala
Øll leiga verður avtalað beinleiðis við telefon ella teldupost. Ein avtala er fyrst galdandi, tá hon er váttað av LSK AV Rental.
Tøkni og ábyrgd
Leigarin hevur ábyrgd av útgerðini í leigutíðarskeiðinum og skal skila hana aftur í somu støðu.
Levering og uppseting
Levering, uppseting og niðurtøka kunnu avtalast serskilt.
Avlýsing
Sig frá so skjótt sum gjørligt, um tiltakið verður broytt ella avlýst.
Spurningar? Ring +298 255967 ella skriv til Info@lsk.fo.