Um okkum

Um LSK AV Rental

LSK AV Rental er ein audiovisuel útleiga í Føroyum. Vit veita útgerð og loysnir til tiltøk, framleiðslur, fyritøkur og privatar kundar.

Málið hjá okkum er at gera professionella AV-útgerð atkomiliga fyri kundar við ymsum tørvi og ymsum karmi. Onki tiltak er ov lítið — og eingin fyrispurningur er ov einfaldur.

Gjøgnum okkara samstarv við Steingrund Akkustik og í samband við Professionella Ráðgeving og útgerð kunnu vit eisini hjálpa við størri framleiðslum, har tørvur er á størri PA-anleggum, pallum og eventútgerð.

Eitt toymi uppá á 15 fólk

  • Verkfrøðingar
  • Akustikarir
  • Event tøkningar
  • Ljósmenn
  • Ljóðmenn
  • Pallstjórar
  • Installatións fólk
  • Og nógv onnur
Professionelt ljóð- og ljósaanlegg á einari scenu

Ofta spurt

Spurningar og svar

Hvat slag av útgerð kunnu tit leiga út?+

Vit arbeiða við ljóðútgerð, ljósaútgerð, DJ-útgerð, video og tilbehør — og pallum og størri eventútgerð gjøgnum okkara netverk.

Hjálpa tit við at finna røttu útgerðina?+

Ja. Fortel okkum um tiltakið — stødd, staðið og hvat skal ljóða — so mæla vit til eina loysn, sum passar.

Hvørj merki arbeiða tit við?+

Vit hava atgongd til m.a. L'acoustic, Robe, Shure, DPA, LD Systems, RCF og Allen & Heath. Ring ella skriva, um tú ynskir at vita meira um eitt serstakt merki.

Kunnu tit hjálpa við stórum tiltøkum?+

Ja. Saman við Steingrund Akkustik og í samband við Professionella Ráðgeving og útgerð kunnu vit útvega størri PA-anlegg, pallar og eventútgerð.

Hava tit samband við aðrar útleigarar?+

Ja. Vit samstarva dagliga við Steingrund Akkustik og í samband við Professionella Ráðgeving og útgerð. Um neyðugt kunnu vit eisini taka samband við aðrar føroyskar og danskar útleigarar.

Kunnu tit hjálpa við pallum og stórum PA-anleggum?+

Vit útvega hetta gjøgnum okkara netverk. Ring okkum við dagfestingum og støddini á tiltakinum, so kanna vit møguleikarnar.

Kunnu tit hjálpa við uppseting?+

Levering og uppseting kunnu avtalast. Sig frá, tá tú ringir ella skrivar, so leggja vit tað inn í loysnina.

Hvussu fái eg eitt tilboð?+

Ring ella send okkum ein teldupost við tíð, stað og hvat tú hevur brúk fyri. Tað er ongin bókingarskipan á heimasíðuni — vit avgreiða alt beinleiðis.

Hvat kostar tað?+

Prísurin verður avtalaður eftir eitt stutt prát, har vit meta um prís og hvussu nógv útgerð tit hava brúk fyri. Tað eigur ikki at taka leingi.

Er útgerðin í lagi?+

Ja. Øll útgerð, ið verður leverað, er gjøgnumgingin og kannað væl, áðrenn hon verður brúkt. Vit leggja dent á kvalitet.

Óviss um, hvat tú hevur brúk fyri?

Ring ella skriv til okkum — vit hjálpa tær fegin at finna røttu loysnina.

+298 255967 · Info@lsk.fo